Talv
Hendan serliga HM-kapping verður telvað í San Luis, Argentina. Upprunaliga skuldi FIDE-heimsmeistarin Rustam Kasimdzhanov og Garry Kasparov telva HM-dyst fyrr í ár, og síðani skuldu vinnarin hitta Vladimir Kramnik, men einki spurdist burturúr hesi ætlan.
Ein ætlan við HM-kappingini í San Luis er møguliga tann, at vinnarin av hesari kapping skal telva ein absoluttan HM-dyst móti Kramnik, sum jú er heimsmeistari í beinu linjuni frá tá Wilhelm Steinitz varð fyrsti heimsmeistari. Men nógvir leysir endar skulu fyrst bindast áðrenn hetta verður veruleiki. Ivasamt er um Kramnik er áhugaður í einum slíkum HM-dysti.
Drúgv kapping
Telvað verður tvær ferðir móti hvørjum øðrum, tað vil siga heili fjúrtan umfør. Fyri nøkrum áratíggjum síðani var hetta ikki óvanligt, men í dag eru fáar kappingar, ið fevna um fleiri enn 11-12 umfør. Kann bert koma í tankar um Wijk aan Zee, EM, HM-dystir og summar liðkappingar.
Atljóða talvsamgongan, FIDE, valdi í byrjanini av árinum út teir telvarar, sum skuldu vera við í Argentina. Spell fyri eitt nú Vassily Ivanchuk, sum í dag er nr. 5 á ratinglistanum. Tá úttøkan varð framd var hann ikki so ovarliga og varð tí ikki boðin við.
Við frídøgum og møguligum umdystum, endar kappingin ikki fyrrenn 15. oktobur.
Eldur á borðunum
Teir átta telvararnir, sum í hesum døgum telva um heimsmeistaraskapin, smæðast í øllum førum ikki burtur í fyrstu fýra umførunum sum í skrivandi løtu eru leikt. Telvað verður til seinasta mann í at kalla hvørjum talvi. Tað er tí ein fragd fyri okkum deyðiligu at fylgja við. Sjálvt javnleikirnir hava verið undirhaldandi og eisini hava flestu teirra verið drúgvir.
Topalov í serklassa
Veselin Topalov hevur verið flúgvandi í ár og stimin tykist at halda fram í San Luis. Hann hevur 3,5 stig og í javnleikinum ímóti Anand hevði hann møguleikar at vinna. Topalov er, saman við Viswanathan Anand, verdugir arvtakarar eftir pensioneraða Kasparov.
Anand fylgdi fyrstu trý umførini við Topalov, men óvæntaði ósigurin ímóti tí væltelvandi Kasimzdhanov kom illa við. Hetta gav eisini sterka russinum Peter Svidler møguleikan at blanda seg av álvara í oddastríðið. Svidler hevur trý stig eftir sigrar á Peter Leko og Alexander Morozevich. Anand er tó væl við og heili tíggju umfør eru jú eftir at leika.
Leko fekk ringa kappingarbyrjan, men reisti seg í fjórða umfar, tá hann vann eftir einans 25 leikum á Judit Polgar. Leko hevur, eins og Polgar, 1,5 stig.
Michael Adams og Morozevich eru aftastir við bert einum stigi.
Støðan eftir 4. umfar
NavnLandRat.Stig
1 TopalovBulg27883,5
2 SvidlerRuss27383,0
3 AnandIndia27882,5
4 KasimzdhanovUsbk26702,0
5 PolgarUng27351,5
6 LekoUng27631,5
7 AdamsUK27191,0
8 MorozevichRuss27071,0
Mánakvøldið 03. oktobur verður oddabrak, tá Svidler hevur hvíta fólkið móti Topalov. Eisini verður spennandi at fylgja talvinum millum Anand og Leko.