Danskarar fylgdu væl við tá manshondbóltslandslið teirra vann HM-gullið í manshondbólti í Kairo í Egyptalandi fyrradagin.
Hesaferð var talan um eina javna og spennandi finalu móti grannunum úr Svøríki, ið Danmark vann 26-24. Fyri tveimum árum síðani vann Danmark á Noregi við níggju málum í finaluni.
Danska tjóðin tekur væl undir við manshondbóltslandsliðnum, og hevur DR kunngjørt, at ikki færri enn 2,6 miljónir hyggjarar hugdu eftir HM-finaluni. .
HM-finalan var víst á bæði DR og á TV2. Sambært DR sóu 2,9 miljónir hyggjarar heiðurshandanina tá donsku spælararnir fingu gullheiðursmerki og HM-steypið handað.
Vegna skerdu Korona-umstøðurnar slapp danski almenningurin ikki at heiðra liðið á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn á hesum sinni, ið annars er ein flottur siður tá donsk ítróttarlið hava framt eitt minniligt bragd.
Havnarmaðurin, Johan á Plógv Hansen fekk spælitíð í teimum innleiðandi dystunum hjá Danmark, men fekk heldur ikki hesaferð eins og í 2019 nakra spælitíð í teimum mest avgerandi dystunum.