Í dag klokkan 17 var lutakastið til bólkaspælið í HM-endaspælinum í Katar í vetur. 29 av teimum 32 londunum, sum skulu luttaka endaspælinum eru funnin, meðan tríggir alt ella einki dystir eru eftir.
Holland endaði í bólki A, har Katar er styrkismett úr bólki eitt. Tað er klárt veikasta landi í styrkisbólki 1. Ongland og USA eru í bólki saman við Iran, meðan Spania og Týskland er millum stórtjóðirnar, ið eru í sama bólki
Reglugerðin sigur, at lond úr somu undankapping kunnu ikki møtast í bólkaspælinum, tó undan tikið UEFA, tí tað eru 13 lond úr Evropa við. Her verða fimm bólkar av átta við tveimum londum úr Evropa.
Tað er eisini greitt undan lutakastinum, at umstrídda vertstjóðin, Katar, verður styrkismett í sterkasta styrkibólkinum og endar í bólki A. Tað er siður og Katar skal eisini spæla setanardystin.
Bólkur A:
Katar, Holland, Senegal, Ekvador
Bólkur B:
Ongland, USA, Iran, Wales ella Skotland/Ukraina
Bólkur C:
Argentina, Meksiko, Pólland, Saudiarabia
Bólkur D:
Frakland, Danmark, Tunesia, Peru ella Avstralia/Sameindu Emirríkini
Bólkur E:
Spania, Týskland, Japan, Kosta Rika ella Ný Sæland
Bólkur F:
Belgia, Kroatia, Marokko, Kanada
Bólkur G:
Brasil, Sveis, Serbia, Kamerun
Bólkur H:
Portugal, Uruguay, Suðurkorea, Gana











