Lutakastið til HM-undankappingina 2022 í Katar hevur verið í dag. Føroyar eru í bólki F saman við Danmark, Eysturríki, Skotland, Ísrael og Moldova. Her er talan um grannauppgerðir og søguligar uppgerðir.
Føroyar og Danmark, og Føroyar og Skotland kunnu roknast sum grannauppgerðir. Søguliga uppgerðin er móti Eysturríki, har Landskrona spøkir enn. Síðani komu Ísrael og Moldova eisini úr pottinum. Moldova kom úr sætta styrkisbólkinum, men tað var ikki vist at vit fingu nakað lið úr lægsta bólkinum.
Fyrrverandi italski landsliðsspælarin, Daniele De Rossi, segði eftir lutakastið, at bólkur F var ein tann mest spennandi.
- Bólkur F sær spennandi út, tí har eru fleiri lond við javnari styrki, og fleiri lond sum vísa framgongd, sigur Daniele De Rossi.
Lutakastið:
A: Portugal, Serbia, Írland, Luksemborg, Aserbadjan
B: Spania, Svøríki, Grikkaland, Georgia, Kosovo
C: Italia, Sveis, Norðurírland, Bulgaria, Litava
D: Frakland, Ukraina, Finnland, Bosnia, Kasakstan
E: Belgia, Wales, Kekkia, Hvítarussland, Estland
F: Danmark, Eysturríki, Skotland, Ísrael, FØROYAR, Moldova
G: Holland, Turkaland, Noreg, Montenegro, Lettland, Gibraltar
H: Kroatia, Slovakia, Russland, Slovenia, Kýpros, Malta
I: Ongland, Pólland, Ungarn, Albania, Andorra, San Marino
J: Týskland, Rumenia, Ísland, Norðurmakedónia, Armenia, Liktinstein
Lutakastið til HM-undankappingina 2022 í Katar verður í dag. In.fo fylgir lutakastinum beinleiðis. Føroyar eru í styrkisbólki fimm av seks. Tað eru seks styrkisbólkar. Fimm við tíggju londum og ein við fimm londum. Føroyar kann enda í einum bólki við fimm londum, og ongum úr lægsta styrkisbólkinum, sum telur Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino.
Hartil kunnu Føroyar ikki koma í bólk saman við Íslandi, tí UEFA metir ikki at veðrið herum leiðir er til at stóla uppá.
Lutakastið beinleiðis:
A: Portugal, Serbia, Írland, Luksemborg, Aserbadjan
B: Spania, Svøríki, Grikkaland, Georgia, Kosovo
C: Italia, Sveis, Norðurírland, Bulgaria, Litava
D: Frakland, Ukraina, Finnland, Bosnia, Kasakstan
E: Belgia, Wales, Kekkia, Hvítarussland, Estland
F: Danmark, Eysturríki, Skotland, Ísrael, FØROYAR, Moldova
G: Holland, Turkaland, Noreg, Montenegro, Lettland, Gibraltar
H: Kroatia, Slovakia, Russland, Slovenia, Kýpros, Malta
I: Ongland, Pólland, Ungarn, Albania, Andorra, San Marino
J: Týskland, Rumenia, Ísland, Norðurmakedónia, Armenia, Liktinstein
Tey 55 limalondini í UEFA eru styrkismett soleiðis:
Styrkisbólkur 1
Belgia, Frakland, Ongland, Portugal, Spania, Italia, Kroatia, Danmark, Týskland og Holland
Styrkisbólkur 2
Sveis, Wales, Pólland, Svøríki, Eysturríki, Ukraina, Serbia, Turkaland, Slovakia og Rumenia
Styrkisbólkur 3
Russland, Ungarn, Írland, Kekkia, Noreg, Norðurírland, Ísland, Skottland, Grikkaland og Finnland
Styrkisbólkur 4
Bosnia, Slovenia, Montenegro, Norðurmakedónia, Albania, Bulgaria, Ísrael, Hvítarussland, Georgia og Luksemborg
Styrkisbólkur 5
Armenia, Kýpros, FØROYAR, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Litava, Lettland og Andorra
Styrkisbólkur 6
Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino