FIFA sleppur nú ætlanini um, at endaspælið í heimsmeistaraskapinum í fótbólti skal rotera millum heimspartarnar fjórða hvørt ár. Í enska fótbóltssambandinum eru teir glaðir fyri hesa avgerðina hjá FIFA, og meta teir, at Ongland stendur við einum góðum møguleika at verða vertir fyri HM í 2018. Forsætismálaráðharrin Gordon Brown stuðlar FA: ?Eg eri glaður fyri, at FIFA gloppar dyrnar fyri, at HM-endaspælið kann koma aftur til Onglands. Í 2018 verða tað 52 ár síðani Ongland vóru vertir fyri einum HM-endaspæli. Tjóðin, sum gav heiminum fótbóltsspælið hevur uppiborið at sleppa at hýsa HM-endaspælinum aftur.? Ongland skal kortini kappast við Kina, Russland, Spania, USA og Meksiko. So tað verður ikki uttan svørðsslag, at HM 2018 verður hildið í Onglandi.