Klokkan 19 í kvøld verður staðfest hvørjum Føroyar skal spæla ímóti í HM undankappingin 2014, sum verður í Brasil. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit styrkismet í næstniðasta seedingarlagnum.
Tað skuldi ein árvakin Jákup Emil Hansen, ein talkønur rumeni og ein landsliðsvenjari til at fáa staðfest, at Føroyar sambært FIFA styrkislistanum eru betri enn Wales. Við 0,07 stigum fleiri enn Wales flyta vit úr niðasta styrkisbólkinum upp í næstniðasta styrkisbólk.
Tað merkir, at Føroyar nú kunnu koma í bólk við londum sum Luksembourg, Andorra og San Marino, ið øll verða mett at verða verri enn Føroyar. Vandin er sjálvandi, at vit koma í bólk við Ísland ella Wales, sum vit hava yvirhálað, so er lítið vunnið.
Lutakastið verður í brasilska býnum Rio de Janeiro. Tað byrjar klokkan 19 okkara tíð og portalurin fer at fylgja lutakastinum beinleiðis.