Nú 10 ár eru liðin, síðan fyritøkan Hkcare varð stovnað, flytir virksemið í nýggj hølir á Heiðavegi 5 í Saltangará.
Tað eru hjúnini, Halgerð og Kristian Poulsen, ið eiga og reka fyritøkuna HKcare, sum bjóðar bæði fysioterapi og kosmetologi.
Í samband við flytingina bjóðar HKcare til móttøku í morgin, leygardagin 26. juni frá klokkan 13-15, har øll eru væl komin inn á gólvið.
Hesi fyrstu 10 árini hevur HKcare hildið til í leigaðum hølum í Saltangará, og hóast trivnaðurin hevur verið góður har, er fyritøkan nú flutt í egin høli, sum fyri eigararnar hava ein heilt serliga týdning.
Talan er nevniliga um gamla bygningin hjá abba Kristiani, Pidda hjá Olivari, sum hjúnini nú hava ognað sær.
Fyrsti handilin í økinum var handilin hjá tippoldurabba Kristiani, sum var fyrsti matvøruhandilin á staðnum, eftir at Einahandilin varð avtikin.
Í sekstiárunum tók abbi Kristian yvir nýbygda handilsbygningin, ið pápi hansara hevði bygt, og eftir hann tók dóttir hansara, sum er mamma Kristian, yvir handilsvirksemið.
Tað er hendan bygningin, sum Halgerð og Kristian nú hava keypt til sítt virksemi.
Hølini eru sostatt ein partur av familjusøguni, og hetta fegnast tey bæði um, nú tey bjóða til móttøku í morgin.
##med2##