HKcare í Saltangará bjóðar fysioterapi og kosmetologi, og tað eru hjúnini, Halgerð og Kristian Poulsen, sum eiga og reka viðgerðarstaðið. Hon er kosmetologur, og hann er fysioterapeutur.
Fyritøkan er mannað við trimum fólkum, og umframt hjúnini bæði, starvast eisini Sveinur Justinussen í fyritøkuni sum fysioterapeutur.
Tá hjúnini í 2011 løgdu lunnar undir fyritøkuna, hildu tey, at Eysturoyggin hevði brúk fyri einari vælverustovu, og hetta vísti seg eisini at vera rætt.
Ein stórur partur av teimum, sum koma í fysioterapeutiska viðgerð hjá HKcare, koma við læknaávísing.
SuperSole og Solemaids
Kristian Poulsen arbeiðir eisini við serligum skógvainnleggum til børn og vaksin, og í nøkur ár hevur hann arbeitt við tí, tey rópa SuperSole.
- Tað nýggjara hjá okkum er Solemaids, ið er eitt tillagað spesial innlegg til halin í skónum, sigur hann.
Báðar hesar tænasturnar krevja kanning, fyriskipan og gerð av serinnleggum sum ískoyti til vanliga fysioterapi.
- Onkur børn, sum standa í vøkstri, kunnu fáa so nógva pínu í halin, at tað kann vera trupult hjá teimum at vera aktiv. Í fleiri førum hevur Solemaids hjálpt so væl, at børnini eru vorðin pínuleys.
Tá tú arbeiðir við fysioterapi, er neyðugt at fylgja við tí nýggjasta.
##med2##
- Tí verða vit javnan dagførd við viðgerðartilboðum og møguleikum fyri venjingum. Vit eru regluliga á skeiði fyri at eftirútbúgva okkum, so vit altíð kunna bjóða tær nýggjastu og bestu viðgerðirnar og vitanina á okkara øki.
Hetta er eisini galdandi fyri virksemi hjá Halgerð Poulsen sum kosmetologi á viðgerðarstovuni, har hon eitt nú fæst við hártøku í andlitinum, andlitsviðgerð, hand-og fótarøkt. Hon veitir eisini massasju sum vælveru og vegleiðir eitt nú í spurningum um turra húð.
Tað, sum er umráðandi fyri HKcare, er, at viðskiftafólkini vera sett í hásæti og fáa eina góð tænastu, soleiðis at tey kunnu fara vælnøgd heimaftur.
- Hetta er okkara fremsta mál, sigur Kristian Poulsen.
Nýggj venjingarhøli
Eftir at HKcare í fleiri ár hevur húsast innari í Saltangará, heldur virksemið nú til í gamla bygninginum hjá abba Kristiani Poulsen, Pidda hjá Olivari, á Heiðavegi 5 í Saltangará.
Hjúnini eiga bygningin, sum er dagførdur og innrættaður til tænasturnar, sum HKcare veitir.
- Nú hava vit eisini riggað kjallaran til venjingarhøli. Hølini eru ikki stór, umleið 50 fermetrar, men tey eru sera væl egnað til okkara tørv.
Tankin er, at venjingarhølini skulu gerast partur av virkseminum hjá HKcare, eitt nú sum endurvenjingarstøð.
- Vit hugsa okkum eisini at bjóða hølini til onkrar ávísar liðvenjingar, sum helst kunnu byrja eftir páskir, og meira verður at frætta um hetta seinni, sigur Kristian Poulsen.
Hann leggur aftrat, at HKcare hevur fingið nýggja heimasíðu, og um hesa síðuna kunnu fólk nú eisini bíleggja sær viðgerðir.
- Her kunnu fólk senda okkum teldupost og siga, hvat tað er, tey ynskja, og longu nú hava fleiri verið inni á heimasíðuni og hava brúkt henda møguleikan, sigur Kristian Poulsen.