Tá Sosialurin tann 18. september hevði spurnarumfar um støðuna hjá tinglimum til borgarliva vígslu av samkyndum, søgdu 16 tinglimir seg taka undir við uppskotinum. Hartil søgdu seks tinglimir, at teir ikki vildu svara spurnarkanningini, og tí bendi alt á, at meiriluti var fyri uppskotinum.
Millum tey, sum tá søgdu ja, var Magni Laksáfoss, sum í dag er næstformaður hjá Sambandsflokkinum. Formaður floksins, Bárður á Steig Nielsen, segði undir orðaskiftinum í dag, at hóast tingmanningin hjá flokkinum var ymisk á máli um spurningin, so var flokkurin í útgangsstøðinum ímóti, tí teir vildu ikki á nakran hátt stuðla sitandi samgonguni.
So er spurningurin, hvussu orðini “í útgangsstøðinum” skulu skiljast. Merkir tað, at Sambandsflokkurin atkvøður greitt nei, ella gevur tað framvegis rúm fyri, at einstakir limir kunnu atkvøða frítt í málinum. Einum máli, har tað annars hevur verið siðvenja, at tað er upp til einstaka tinglimin at atkvøða eftir egnari sannføring.
Støðan hjá Magna Laksáfoss kann leggja eyka trýst á javnaðarflokkin. Har søgdu Kristin Michelsen, Heðin Mortensen og Jónleif Johannesen, at teir ikki vildu svara spurninginum. Stendur Sambandsflokkurin sum ein maður í spurninginum, krevst, at í minsta lagi tveir av teimum trimum javnaðarmonnunum trýsta á grøna knøttin undir atkvøðugreiðsluni, um uppskotið skal vinna frama.
Undir orðaskiftinum vildi fyrrverandi javnaðartingkvinna, Sonja Jógvansdóttir, ikki siga, um tað fekk avleiðingar fyri hennara stuðul til samgonguna, um málið fellur.