Hjúnabandslógin fyri tingið í morgin

Í morgin leggja Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen fram uppskot á ting um, at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum

Á tingfundinum í morgin, mikudagin, fara løgtingsfólkini Poul Michelsen fyri Framsókn, Rigmor Dam fyri Javnaðarflokkin og Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi at leggja fram uppskot um at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at fólk av sama kyni kunnu giftast.

 

Uppskotið gongur út uppá at loyva fólki av sama kyni at ganga saman í hjúnarlag, men bert tá talan er um borgarligar vígslur. Uppskotstillararnir hava boðað frá, at ætlanin er ikki loyva kirkjuligum vígslum, tí ta avgerðina halda tey, at kirkjur og samkomur sjálvar mugu taka.

 

Tað eru ikki flokkarnir, hjá nevndu tingfólkum, sum leggja málið fram, men hesi trý tingfólkini sum einstaklingar. Hildið verður tó fyri vist, at Tjóðveldi tekur undir við málinum, meðan Henrik Old úr Javnaðarflokkinum neyvan tekur undir við málinum. Soleiðis kann roknast við, at andstøðan hevur 11 atkøvður »tøkar«. Tískil mugu seks atvkøður finnast úr samgonguni.

 

Tann møguleikin verður hildin at vera møguligur – um samgongan ikki ger av, at hon skal fella málið.