Hjúnini David og Kathleen Long úr Scunthorpe í Onglandi mugu sigast at vera óvanliga heppin. Tey bæði vunnu nevnliga fyri fáum døgum síðani umleið 10 milliónir krónur í eydnuspælinum EuroMillions. Harafturat vunnu tey ein nýggjan bil av merkinum Jaguar. At tey eru serliga heppin, má staðfestast, tí hetta er aðru ferð innan trý ár, at tey bæði hava vunnið eina upphædd á umleið 10 milliónir krónur í EuroMillions.
David Long var lastbilaførari, men eftir at tey bæði vunnu 10 milliónir fyrru ferðina, valdi hann at fara frá fyri aldur, eftir at hann hevði drigist við sjúku í rúma tíð. Tey bæði valdu somuleiðis at giftast eftir, at tey høvdu vunnið fyrru ferðina.
- Og so hava vit brúkt pengar uppá ein nýggjan bil, forkela familjuna, og nokk so fitt er eisini brúkt á lokalu pubini, sigur David Long.