Bæði leygarnáttina og sunnunáttina var stak friðarligt í býnum í Havn, og løgreglan hevði lítið og einki at gera í so máta.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at rættiliga nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, men her gekk alt upp á stás, um vit skulu taka telefonina hjá løgregluni sum barometur.
- Vit høvdu eitt lítið "hússpetakkul" í Havn í morgun, har eini hjún vóru farin at keglast. Vit tóku mannin við okkum, og hann sleppur nú at sova seg edrúan.
Løgreglan sigur, at einki mál verður burtur úr hesum, tí her var eingin likamligur harðskapur.
- Maðurin svevur nú rúsin av sær, og síðan fer hann heimaftur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.