Tað váttar kanadiska løgreglan fyri BBC.
Tað var júst í Nova Scotia, at bretin Sarah Packwood og kanadiski maður hennara, Brett Clibbery, fóru avstað 11. juni.
Longu eina viku seinni vórðu tey meldað saknað á veg til Azorurnar, sum eru umleið 3.228 kilometrar burturi. Ferðin átti at tikið tríggjar vikur.
Hjúnini vórðu funnin 12. juli. Enn er ógreitt, hvat hendi við parinum, sum dokumenteraðu ferðina á videotænastuni YouTube.
/ritzau/