Danski landsliðsvenjarin Kasper Hjulman fjalir ikki, at hann er vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at halda tætt í kvøld.
-Tá ið vit nú vóru so tætt við, so eru vit sjálvandi harmir um, at tað ikki eydnaðist at halda mótstøðuliðnum frá at skora. Tað var torført at fáa frið í spæli, tá ið mótsstøðuliðið vardi so aftarlaga, og umstøðurnar hjá okkum vórðu ikki betri, tá ið vøllurin ikki var frægari, enn hann var, sigur Kasper Hjulmand við Kringvarp Føroya og rósar samstundis føroysku spælarunum fyri at arbeiða so væl og nógv, sum teir gjørdu.
Føroyski venjarin Håkan Ericson rósar sínum monnum fyri hugburð og arbeiði:
-Tvey tey fyrstu málini, sum teir fingu, vóru sera óheppin, og leikliga avrikið hjá okkum var ikki so gott stóran part av tíðini. Men tá ið vit spentu álopsbogan, og Sonni Ragnar Nattestad varð fluttur fram, eydnaðist tað at pressa teir. Miðvøllurin var øðrvísi mannaður, enn hann plagar at vera, men nýggju menninir stóðu seg væl. Eitt nú Jákup B. Andreasen, sum arbeiddi nógv og legði upp til góðar møguleikar. Um Klæmint hevði skorað uppá fyrra møguleikan, so kann tað væl vera, at tað hevði eydnast at vunnið stig, tí hann hevði sjálvandi eisini skorað málið, sum hann nú skoraði, og so hevði danska liðið verið skelkað í longri løtu, enn tað var, sigur Håkan Ericson.
Gunnar Vatnhamar sá gula kortið og er leikbannaður mánakvøldið, tá ið Føroyar fara at spæla í Ísrael.
Brandur H. Olsen, sum var leikbannaður í kvøld, verður tøkur aftur í Ísrael mánakvøldið.