Hjort kann rúka út

Sambært einari nýggjari prognosu av valgranskara og professara, Søren Risbjerg Thomsen, fær Venstre bert tvey vald í Nordsjællands Storkreds, har Hjort er uppstillaður. Ein av avgjørdu frontfigurunum hjá stjórnini, fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, er í vanda fyri ikki at verða valdur aftur, tá fólkatingsval verður.

Tað er valgranskarin og professarin, Søren Risbjerg Thomsen, sum hevur gjørt kanningina fyri netavísina, Altinget.dk, og sambært hesari fær Venstre bert tvey fólk vald í Nordsjællands Storkreds, har Claus Hjort Frederiksen er uppstillaður.

Til valið í 2007 fekk hann umleið 5.300 persónligar atkvøður og gjørdist nummar trý aftan fyri Lars Løkke Rasmussen og Sophie Løhde. Bæði stilla upp aftur og roknað verður við, at bæði fáa eitt betri val enn Hjort Frederiksen.

Søren Risbjerg Thomsen leggur tó aftrat í sínari analysu, at tað er ein lítil vón fyri fíggjarmálaráðharran, og tað er um forsætisráðharraeffektin slær ígjøgnum, so kann Lars Løkke Rasmussen draga so nógvar atkvøður til flokkin, at tað kann toga Claus Hjort Frederiksen inn í hitan aftur, skrivar Politiken.