Hjartvard er nýggjur byggimálsviðgeri

Hjartvard Hansen byrjaði í vikuni í starvi sum byggimálsviðgeri á teknisku deild í Eysturkommunu. 29 ára gamli leirvíkingurin er útlærdur timburmaður, byggifrøðingur og er í holt við at avslutta eina kandidat í byggileiðslu og informatikk.

 

Starvið er fyribils sett til 1. juli í samband við at Jógvan Ósá, sum varð settur sum byggimálsviðgeri í heyst, fyribils røkir starvið sum tekniskur leiðari inntil starvið verður lýst leyst.

 

- Arbeiðsbyrðan hjá teknisku nevnd er vaksin, síðan landið hevur lagt fleiri økir út til kommunurnar at umsita. Tí var tørvur á at seta ein byggimálsviðgera, skrivar Eysturkommuna.

 

Uppgávurnar innibera viðgerð og avgreiðslu av innkomnum málum á tekniska økinum, verkætlanir, samskifti við borgarar og myndugleikar, skráseting o.a.