Stóra franska pressuliðið á flogvøllinum er ikki vant við veðurumstøður, sum tær eru í Vágum í dag (PORTALURIN Á FLOGVØLLINUM): Fram ímóti hálvt hundrað fronsk tíðindafólk eru savnað í høllini á flogvøllinum í Vágum. Tey kenna seg als ikki álvulig við veðrið, sum tað hevur verið í morgun, og onkur teirra hevur spurt okkum føroyingar her vesturi, um tað ikki er vandi fyri, at okkurt heilt álvarsamt kann henda við flogførum, sum royna at lenda í hesum veðrinum.
Um tað gongur, sum ætlanin er í løtuni, so fer flogfarið hjá Malmø Aveation at lenda klokkan 12.30. Í løtuni eru floglíkindi her vesturi.
- Nógva flúgvingin situr sjálvandi í okkara spælarum. Men eg rokni heilt víst við, at teir vilja spæla. Sjálvandi fer hetta at ávirka avrikið, men eg ivist ikki í, at teir fara at vinna, sigur Fiber frá stóra franska blaðnum LeQuipe.