Nakað er nú fráliðið, síðani tað stóð at lesa í bløðunum, at um Café Blákross ikki fekk meira pening, ja, so mátti lukka.
Hetta bleiv so fingið upp á pláss. Tórshavnar býráð tók sær av hesum. Hettar tykir mongum sum undarligt, tí café'in skuldi kunna forrenta seg sjálva, um hon varð betri umsitin, og av kvalifiseraðum fólki.
Nakað seinni er at lesa í einum Blákrossblað, har leiðarin á café'ini sáðar illgras, og kastar grugg og svans eftir ónevndum frívilligum felagsskapi (øll vita vit, hvør hann er).
Dári tín, sær flísina í eyga bróðir tíns, og ikki bjálkan í tínum egna.
Dekan settur, um ikki leiðarin fyri Café Blákross ikki aftur nú var at síggja í sjónvarpinum, sá ógvuliga forvirraður út, ósikkur, leitaði eftir orðinum, ópresentabul ílatin, men aftur nú prøvar hann at sáa illgras um áðurnevnda ónevnda felagsskap.
Tað má nú vera upp á tíðina, at hesin lúsagtigi framferðarháttur av leiðaranum verður átalaður.
Lat tað verða gjørt púra greitt, at leiðari + aðalstjóri + skrivari + prestur er ikki nokk til at koma upp á knøini á leiðaranum á tí ónevnda felagsskapi, sum tit kasta/sáa iva og grugg um. Nei, tit eru ikki verdir, enn minni tit tora at stíga í inniskógvar hansara.
Café Blákross átti heldur at tikið við læru frá hesum manni, og heldur biðið hann um hjálp og ráð, táið á stóð.
Vónandi sá Heilsufrøðiliga Starvsstovan útsendilsið, hvar leiðarin við handalag sum krabbi og elegansu sum kúgv tilbereiddi og serveraði eina pizza, vásaklæddur og við tvivlsamari hygieinu. Hettar er so langt úti og óforsvarligt, at leiðarin átti at verið uppsagdur upp á standandi fót.
Nú hevur leiðarin eisini, sum rosinan í pylsuendanum, tveitt á gøtuna eina 70 ára gamla kvinnu. Grundgevingin er 1 tóm fløska, havi eg fingið fortalt, sum skuldi nýtast til lampu.
Hvussu visti leiðarin um hesa tómu fløsku, jú hann hevði læst seg inn á kamarið hjá kvinnuni, ímeðan hon var burturstødd á aðrari oyggj.
Er hetta ikki ein kriminell handling, har politiið skuldi tikið sær av hesum? Leiðarin hevur framt hetta brot meira enn einaferð.
Samanumtikið kann eg bara konstatera, at eg ónatúrliga illani ? fyri ikki at siga slett og aldeilis ikki ? vil vera við til at fíggja nakað sum helst, har ein inhabilur ørvitisknokkur gongur runt í øðini og brølar »at so leingi, sum eg eri skipari, skal eg ráða fyri borgum«.
Og bara slett ikki tá ið viðkomandi er so perufullur í sjálvsrættvísi, at hann uttan fyrilit læsir seg inn á kømurni hjá íbúgvunum.
Vónandi fer Tórshavnar Kommuna at kanna viðurskiftini á Café Blákross og finna útav, um stuðulin, sum latin verður, er til gagns ella »um hann eins væl kundi verið brendur ella bert tveittur burtur«. Eitt slíkt Sodoma má ikki stuðlast við almennum midlum, fyrr enn øll/allir, sum í dag hava nakað sum helst við leiðslu og rakstur at gera, eru uppsagdir permanent, og ongantíð koma aftur, eisini nevndin aftanfyri, tí hon hevur góðtikið direkta ella indirekta tað sum er farið fram.