Hjartastartarin var ov seinur

Hjartastartarin hjá Badmintonhøllini í Havn var júst komin men ikki settur upp, tá ið ein maður mikukvøldið fekk ein hjartatilburð í høllini

Tórshavnar kommuna hevur keypt fleiri hjartastartarar, og í seinastu viku boðaði kommunan frá, at eisini Badmintonhøllin hevði fingið hjartastartara settan upp.
Hetta vistu fýra menn, sum seint mikukvøldið spældu badminton í Badmintonhøllini.
Mitt í øllum fekk ein av monnunum ein hjartatilburð, og farið varð at leita.
Men eingin hjartastartari var at finna.
Meðan leitað varð, góvu vinmenninir manninum hjartamassasju, og tað eydnaðist at fáa lív aftur í mannin. Tað var so heppið, at har vóru nøkur fólk, sum dugdu fyrstu hjálp.
Tað gingu sjey minuttir, frá í at tilburðurin hendi, til portørarnir vóru komnir inn í høllina eftir manninum.
Sjey minuttir er long tí í slíkum føri, men teir kundu ikki koma fyrr.
Hevði hjartastartarin verið tøkur, hevði maðurin kunnað fingið hjartaviðgerð nógv fyrr.
Dánjal Samuelsen, hallarvørður hjá kommununi sigur, at Badmintonhøllin hevði fingið hjartastartaran, men hann var bara ikki settur upp. Tólið lá inni í Frítíðarskúlanum, sum stongdi klokkan 17.
Nú verður startarin settur upp inni í høllini, tí tey í frítíðarskúlanum sleppa altíð inn í høllina.
Annars er ætlanin at fáa eitt skáp at seta hjartastartaran í, og skápið skal hanga við høvuðsdyrnar uttanfyri, so eisini onnur kunnu brúka hann, um tey skuldu komið í slíka støðu.
Maðurin, sum fekk hjartatilburðin, fór hósdagin niður á Ríkissjúkrahúsið til kanningar.