Seinstu árini hevur Sands kommuna keypt tríggjar hjartastartarar. Ein er í barnagarðinum, ein í skúlanum og ein er í kommunubygninginum á Mørkini Miklu.
Sands kommuna heitir nú á borgararnar um at leggja sær í geyma, at kommunan hevur keypt eitt uttanduraskáp til hjartastartara á Mørkini Miklu.
- Hjartastartarin hongur beint uttanfyri inngongdina til kommunuskrivstovuna.
Kommunan vísir á, at vónandi verður ongantíð brúk fyri hjartastartarunum.
- Men, vert er kortini at leggja sær í geyma, at á hesum staði - við kommunubygningin á Sandi - er ein slíkur, sum altíð er til taks, sigur Sands kommuna.