Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tekur undir við, at tað verður eitt krav, at føroysk fiskiskip skulu hava hjartastartara umborð.
Tað sigur hann í Løgtinginum í dag, nú Páll á Reynatúgvu hevur spurt hann um hann ætlar at áseta reglur, sum tryggja, at hjartastartari verður krav umborð á føroyskum fiskiskipum og skipum í føroyskum sjóøki.
Páll á Reynatúgvu sigur, at seinnu árini eru hjartastartarar vorðnir partur av gerandisútbúnaði hjá flestu stovnum hjá kommunum og landi. Eisini nógvar privatar fyritøkur hava útvegað sær hjartastartarar.
Hann sigur eisini frá formanninum í Fiskimannafelagnum, at hann tekur undir við hesum.
Jacob Vestergaard ásannar, at hetta er ikki hansara málsøki, tí tað kemur undir trygd á sjónum og tað málsøki hoyrir undir landsstýrismanninum í vinnumálum.
Men hann heldur, at hetta er eitt gott hugskot og er nakað av hesum, sum liggur undir hansara málsræði, skal hann gera sítt.
Fleiri tinglimir halda, at hetta er eitt frálíkt hugskot.
Jenis av Rana, tingmaður og lækni, heldur, at hetta hevði verið tað besta, vit kunnu gera fyri fiskimannin.
Annars hevði hann onkuntíð nevnt at fáa ein hjartastartara í Løgtingið, men tað var staðiliga afturvíst, men tað heldur Jenis av Rana framvegis, at Løgtingið eigur at fáa.










