Alt fleiri danir standa bíðirøð eftir at fáa viðgerð fyri ymsar hjartasjúkur Nýggj tøl hjá danska hjartafelagnum vísa, at 22.000 hjartasjúklingar bíða eftir at sleppa til kanningar í sjúkrahúsverkinum, og tað er heili 45 prosent fleiri enn í fjør.
Peter Clemmensen, yvirlækni og formaður í Hjerteforeningen, sigur við TV2, at tann langa bíðirøðin kemst av, at sjúklingar drála alt ov leingi við at fara til kanningar og fáa eina skanning av hjartanum.
Í sjúkrahúsverkinum verður sagt, at tey kunnu ikki arbeiða skjótari, enn gjørt verður, og at tørvur er á bæði starvsfólki og útgerð, skal bíðirøðin styttast.









