Hjartanemandi bræv frá einkjuni sum misti mannin við Anitu

- Tá maður mín fór avstað, vendi hann sær móti okkum, vinkaði og smíltist. Tá visti eingin, at hetta varð hansara seinasta farvæl.

Einkjan eftir indonesiska fiskimannin, sum fór í havið við garnareiðskapinum umborð á Anitu, hevur skrivað hjartanemandi teldubræv, dagfest 22. juni 2014, til Annfinn Garðalíð, sum hevur fylgt málinum um vanlukkuna umborð á garnaskipinum.

 

Í teldubrævinum vísir einkjan á dagin, 7. januar 2014, tá 34 ára gamli maður hennara fór undir sína seinastu ferð - burtur í onnur lond at forvinna familjuni til lívsins uppihald.

 

- So kom løtan. Síðsta útkall hoyrdist í hátalarunum á flogvøllinum. Vit fingu tað síðsta klemmið, og so mátti hann fara. Tað var tungt, gráturin sveið í eygunum. Meðan maður mín gong­ur, vendir hann sær móti okkum, vinkar og smílist. Tá visti eingin, at hetta varð hansara seinasta farvæl. Eg gloymi aldrin smílið, hann sendi, áðrenn hann bleiv burtur á flogvøllinum saman við skipsfeløg­um sínum.

 

Síðan nevnir einkjan dagin, 9. februar 2014. Henda dagin ringir telefonin. Hon er spent. Kanska er tað maður hennara.

 

- Tað var fantastiskt at frætta frá honum, at hoyra rødd hansara, og at alt stóð væl til. Hann bað meg minnast til at biðja fyri sær - at hann mátti koma trygt heimaftur til okkum bæði.

 

Hin 12. februar 2014 ringir telefonin aftur hjá einkjuni í Indonesia, og nú vónar hon, at tað aftur er maður hennara, sum er í hinum endanum. Men so var ikki.

 

- Tað vísti seg at vera ein av skipsfeløgum hansara, sum boðaði mær frá, at maður mín hevði verið fyri eini vanlukku. Hann var blivin fastur í reiðskapinum, og varð tikin við út á sjógv. Teir leitaðu eftir honum.

 

Einkjan vísir á, at nú krepti kroppur hennara seg saman, og hon hugsaði, at hetta kann ikki passa. So byrjaði gráturin og óttin fyri, ­ at maðurin ikki fór at vera funnin aftur.

 

Hin 20. februar 2014 ringir telefonin aftur. 

 

- Eg visti ikki, um eg skuldi gleða meg ella vera kedd. Sporini yvir til tele­fonina vóru tung. Tá eg tók hana, vísti tað seg at vera ein av skips­feløgunum aftur. Hann sigur, at teir høvdu leitað og leitað, men uttan úrs­lit.

 

Einkjan skrivar í teldubrævinum, at nú varð staðfest, at maður hennara var mistur og deyður á sjónum.

 

- Eg græt og græt. Dóttirin spurdi meg, hví eg græt. Hvat skuldi eg svara? Eg segði, at mamman er eym um eyguni. Dóttirin spurdi aftur, um tað var pápin sum ringdi. Eg kláraði ikki fleiri spurningar, men eg megnaði ikki at siga dóttrini, at pápi hennara var deyður.

 

Í teldubrævinum vísir einkjan at enda á, at maður hennara hevði ábyrgd fyri síni familju.

 

- Eg vil minnast hann við stoltleika.

 

Soleiðis endar einkjan sítt teldubræv til Anfinn Garðalíð, sum eisini hevur roynt at loyst ymisk viðurskifti fyri familjuna í samband við vanlukkuna.

 

Kelda til greinina er seinasta útgáva av blaðnum Mið & Magn, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út í felag.