Tingmenn hjá Fólkaflokkinum taka nú harðliga til orðanna um, at nøkur av teirra hjartamálum í samgonguskjalinum verða skúgvað til viks.
Teir halda, at landsstýrismaðurin einki ger fyri lætta um skatta- og avgjaldstrýstið, soleiðis sum avtalað annars er í samgonguskjalinum.
Formaður fyri Fólkaflokkin á tingi, Óli Breckmann, og formaðurin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Bjarni Djurholm, komu við hørðum atfinningum móti Karsteni Hansen, landsstýrismanni, á tingfundinum týsdagin.
Teir hildu, at landsstýrismaðurin einki fær á skafti, og Óli Breckmann segði seg ikki áður hava upplivað eitt tvey ára skeið, har so lítið hendi á skattaøkinum.
Tað sum tingmenninir hjá Fólkaflokkinum eru so misnøgdir við er, at nøkur av teimum málunum, sum teir stríddust fyri at fáa í samgonguskjalið, als ikki verða førd út í lívið.
? Tað er einki hent fyri at lætta um skatta- og avgjaldstrýstið hjá húsarhaldum og framleiðsluvinnuni, soleiðis sum vit annars høvdu avtalað. Og allar royndir siga, at skal nakað gerast við slík mál, so skal farast undir tey beinanvegin. Men nú eru tvey ár gingin av hesum valskeiðnum, og tað er einki hent enn, sigur Bjarni Djurholm.
Stúrir fyri partafelagsskattinum
Í samgonguskjalinum hava Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin avtalað, at avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðsluvinnuna skal lækkast.
Arbeiðast skal fram ímóti størri skattfríari grundupphæd, arbeiðið fram móti eini bruttoskattaskipan skal halda fram, og hjún, har annar hevur alla inntøkuna, skulu javnstillast við hjún, har bæði hava inntøku.
? Men vit kunnu staðfesta, at einki er hent í hesum málum, og tað eru vit sera misnøgdir við. Vit hava ferð eftir ferð framført hetta á samgongufundum, men tað hevur einki hjálpt, sigur Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini.
Í november mánaði gjørdu samgonguflokkarnir eina pappírsleysa avtalu um at lækka partafelagsskattin, men nú stúrir Bjarni Djurholm fyri, at einki uppskot verður lagt fyri tingið um hetta, áðrenn freistin er úti í mars mánaði.
? Hetta er stórt spell. Vit vóru sera fegin um at fáa hesi mál við í samgonguskjalið, men tað er als ikki nøktandi, at einki landsstýrismaðurin einki ger við málini, sigur hann.
Bjarni Djurholm heldur, at øll uppskotini, sum higartil eru komin frá landsstýrismanninum, hava verið lógartekniskar broytingar og tillagingar.
? Tað er einki gjørt fyri at gera álvara av teimum politisku málunum, sum vit hava sett okkum fyri, sigur hann.
Vit royndu í gjár at fáa eina viðmerking frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, men tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á honum.