Hjartaliga vælkomin til Sørvágs

- Tónleikaáhugin, sum tíðliga í tíðini er kveiktur í Sørvági, hevur havt positiva ávirkan á trivnað og mentan í bygdini, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri.

Nú Country-og Bluesfestivalurin enn einaferð verður hildin í Sørvági, ynskir borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, vegna kommununa at bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til bygdar at hugna sær og taka sær av løttum í nakrar dagar.

 

- Vit eru sera fegin um Country-og Bluesfestivalin, og vit takka øllum teimum mongu, sum á ymiskan hátt standa aftan fyri hetta stóra og vælskipaða tiltak, ið er til frægd fyri so mong. Vit gleða okkum at taka ímóti øllum gestunum, og øll skulu vera hjartaliga vælkomin til bygdar.

 

Borgarstjórin fegnast almikið um, at Sørvágur eigur fólk, sum nú ár um ár megna at reisa eitt so stórt tónleikatiltak á føtur, sum festivalurin er. Men, at hetta hevur eydnast - við fjølbroyttari og forvitnisligari skrá og dugnaligum føroyskum og útlendskum tónleikanøvnum - undrar tó ikki borgarstjóran.

 

- Sørvágur eigur eitt ríkt tónleikalív, sum røkkur heilt aftur til tíðina í sekstiárunum, tá lærarin, Leif Nolsøe, byrjaði við undirvísing og hornorkestri fyri børn og hálvvaksin í bygdini. Vit hava átt nógvar hornblásarar, og bygdin eigur góðar tónleikarar og tónleikabólkar.

 

Áður hevur Sune tikið til, at høvdu øll, sum spæla á ymisk ljóðføri í Sørvági, verið savnaði á eini felagsmynd, hevði hetta verið eitt rættiliga stórt tal - og helst nógv størri, enn flestu duga at ímynda sær.

 

- Eg eri onga løtu í iva um, at tónleikaáhugin, sum tíðliga í tíðini er kveiktur í Sørvági, hevur havt positiva ávirkan á trivnað og mentan í bygdini, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.