Fyri 85 árum síðani vórðu tvær kvinnur føddar, ið vit eru sera góð við.
Betta Eið, f. Næs, varð fødd tann 4.august í Nesi og 27. juli varð Brynhild Næs, f. Stenberg, fødd í Sumba. Hesar kvinnur komu at hava nógv við hvørja aðra at gera, tí tær gjørdist svigarinnur og vinkonur.
Fyri okkum hava tær somuleiðis havt stóran týdning. Betta er okkara kæra fastir/gumma og Brynhild okkara kæra pápasystir/gumma. Tá vit vóru børn og ung vóru tær í besta aldri. Tær vóru virknar og útstrálaðu lívsgleði, tryggleika og fulla vissu um, at lívið var okkum givið av Honum, sum øllum ræður.
Vit hava so manga hugnaliga løtu at minnas aftur á saman við tykkum og tykkara.
Góða Betta, takk fyri løturnar á bonkinum, har lívandi ljós er tendrað og heitur temunnur er skonktur og lívsins spurningar verða loystir úr bandi. Takk fyri, at tú altíð er so positiv og hugnalig at vera saman við.
Tað er lívsjáttandi at síggja teg arbeiða í havanum, passa heimið, ferðast og enn kunna liva eitt sjálvstøðugt lív. Hóast tú mitt í lívsins blóma misti kæra mann tín, so hevur tú so fyrimyndarliga víst okkum, ið yngri eru, at deyðin er ein natúrligur partur av lívinum, sum eingin kann renna undan, og tú hevur lært okkum, at lívið má og skal livast.
Tað er ein stuttleiki at hava sum granna og hava teg við í býin til bæði gaman og álvara, og ikki at gloyma - takk fyri tína hjálpandi hond.
Vit ynskja tær og øllum tínum ein góðan túr í Kalsoynni.
Góða Brynhild, í dag er tú ikki virkin longur og stríðist við svára sjúku, men vit skulu ikki mong ár aftur í tíðina, so minnast vit teg sum eina megnar kvinnu, sum vísti eitt heit og kærleiksfult gestablídni, har tú vart álitið á Sólteigi 6. Takk fyri tín áhuga fyri at fylgja við, hvat vit nú gjørdu, vóru og fóru. Tað eru ikki fáa ferðir, at vit sum ung gistu hjá tær og Johannesi á ólavsøku, og har var altíð ein góður biti at fáa, hóast húsið var fult av fólki, so var eisini pláss fyri okkum. Okkara barnajól - goyma eisini eitt minni um teg, og tað eru tær vælsmakkandi smákøkurnar, sum tú so trúgv á hvørjum ári sendi suður. Øll tey vøkru føroysku klæðini hjá tínum børnum og ommubørnum, og títt vaka heim ber boð um, at tað var so mangt sum húsmóðirin Brynhild dugdi og legði lag á. Hóast tú í dag ikki kann gera alt hetta, so klára Johannes og tú at liva lívið saman sum tit altíð hava gjørt, hetta er ein sera hugtakandi og vøkur mynd av hjúnarbandinum.
Um vit nú seta tykkum báðar í eina tíðarmynd, so avmynda tit kvinnuna/ mammuna, sum gav alt hon átti av sínum kærleiksbikari. Fyri tykkum báðar merkir orðið kærleiki: At geva og at liva fyri og við øðrum. Tykkara lívsvísdómur var og er, at jú meira tit góvu, jú meira fingu tit. Hetta ljóðar einfalt, og gav tykkum onki høvuðbrýggj, hóast hetta er stóri og torførasti lívsspurningurin hjá flestu okkara í dag.
Tit báðar hava upplivað Føroyar í eini stórari broytingar-, og menningartíð. Tá tit vóru føddar var hvørki ravnmagn ella heit vatn lagt inn í húsini. Tá var tað ein long ferð at ferðast millum Nes og Sumba, og Danmarkar lá onkustaðni langt burturi. Í dag koyra vit skjótt til Sumbiar og Danmark er einans tveir tímar burturi.
Hóast tit báðar eru uppvaksnar á bygd, so var tað ikki tykkum fremmant at fara út í víðu verð at uppliva aðra mentan og læra aðrar siðir. Tykkara persónsmenska hvílir á grundvøll, har álit og virðing verður víst øllum menniskjum. Hetta hava tit báðar somuleiðis givið víðari. Hóast so nógv er broytt í tykkaru tíð, so hava tit megna at fylgja við og gleðast um, at ávís arbeiðsbyrða í heiminum gjørdist lættari.
Góðu tit báðar! Hjartaliga tillukku á 85 ára føðingardøgunum. Takk fyri manga hugnaliga løtu saman. Vit fara at enda við gomlu føroysku heilsanini: Jesus fylgi tykkum.
Ynskja Sigrun, Maud, Ingun, Nita og Magnar









