Hjartafelagið: Nú skulu norðoyingar kannast

Hjartafelagið fer í ár at hava sítt tiltak í Klaksvík í døgunum 27. og 28. november

Hósdagin 27. november 2003 kl. 19 verða fyrilestrar í Skálanum, har Heðin Thomsen yvirlækni heldur fyrilestur um hjartasjúkur, viðgerð av hjartasjúkum og um úrslitini av kanningunum, sum Hjartafelagið hevur gjørt aðrastaðni í Føroyum.
Johanna á Tjaldrafløtti, føðslu- og húsarhaldsfrøðingur, heldur fyrilestur um heilsugóðan kost, og Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur, greiðir frá um íðkan og um týdningin av kropsrørslu fyri heilsuna. Høvi verður at seta spurningar.
Fríggjadagin 28. november 2003 frá kl. 10.00 til 18.00 verður »opið hús« í Skálanum. Har fáa fólk høvi til at máta sítt kolesterol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Roykjarar kunnu fáa mált CO- innihaldið í teirra útandingar-luft. Høvi verður eisini at fáa gjøllari kunning um fyribyrgjan og viðgerð av hjartasjúku.
Øll eru vælkomin, sigur Hjartafelagið.