Hjartabørn í Kenja

Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam.

Tíðindaskriv frá Námi:

 

Við sær høvdu tey myndatól, sum Niels Jóhan hevði undir hond, meðan Rakul Ró sigur frá og lesur tekstin frá ferðini.

 

Filmurin, sum varir 40 minuttir, byggir á heimildir frá fólkum tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt.

 

Úr filminum hava ritstjórar í Námi gjørt temasíðu, sum sæst á Snar, og er ætlað at brúka í hádeild í lærugreinunum landalæra, søgu, enskum og kristni.

 

Hilda Viderø stendur fyri Mirjam felagsskapinum. Í filminum hoyra vit hana siga, at tað er sum at vinna í lottarínum, sleppur tú í skúla í Afrika.

 

Temasíðan leggur upp til at næmingar arbeiða við Heimsmálunum hjá ST og skifta orð um týdningin av skúlagongd, rættin til bústað og javnstøðu millum kyni.

 

Síðan sæst her: https://snar.fo/filmur/hjartaborn