Hjartabørn hittast í Havn

Næsta leygardag, tann 14. mai, skipar áhugabólkurin, Hjartabarnið, fyri rørsludegi í Havn. Hetta er eitt áhugafelag fyri børn við hjartafeili og teirra avvarandi, men tiltakið leygardagin er ikki bara fyri tey.

Tiltakið er eisini fyri børn, sum fingu eina øðrvísi byrjan upp á lívið, sum tey málbera seg.

Tiltakið verður leygardagin 14. mai, frá klokkan 11 til klokkan 14 í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Á tiltakinum fara fysioterpeutar at halda fyrilestur og leggja teimum lag á og tey ivast ikki í, at talan verður bæði um ein stuttligan og gevandi dag.