- Hesar dagarnar í Ísrael havi eg knýtt sera tøtt bond við borgaratjórar úr 40 ymiskum londum - heilt úr Kosovo, Prag, Luxemburg, Miami, Peru, Bolivia og Michigan. Her er nógv potentiali at arbeiða viðari við í strategiskum samstarvi innan fleiri øki.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum í kvøld boðar frá á sínari Facebook-síðu, at nú er ferðin í Ísrael komin at enda.
- Hjarta og heili eru á tremur við upplivingum, vinskapi og samstarvi tvørtur um lond. Ísrael hevur eitt serligt pláss í minum hjarta, og eg eri takksom fyri at hava fingið henda gylta møguleika at menna samstarv millum Havnina og restina av heiminum.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vísir á, at hon hesar dagarnar í Ísrael hevur havt høvi at tosað við 40 borgarstjórar úr ymiskum heraðshornum í heiminum.
- Eg havi nýtt høvi at tosa við teir allar - eisini um møgulig samstørv við Havnina. Eg eri so ómetaliga glað og stolt yvir virðingina, sum Føroyar hava millum luttakandi londini. Altíð vórðu vit nevnd positivt og við virðing á jøvnum føti við aðrar.
Annika Olsen sigur, at hon eisini nýtti høvi at fáa nakað ítøkiligt burtur úr ferðini. Lunnar eru lagdir fyri einum strategiskum samstarvi við Pireus i Grikkalandi innan havnavirksemi og virðisøking av sjófeingi.
Borgarstjórin sigur, at samstarv eisini er komið í lag vid Michigan innan útbúving og vinnumenning og við Lima í Peru innan mentan og útbúgving.
- Serliga meti eg, at samstarv innan útbúgving er áhugavert fyri okkara lesandi, ið kunnu fara sum skiftislesandi á onnur universitet í ávís tíðarskeið. Ætlanin er at undirskriva samstarvsavtalur í ár við hesar býir, tá vit hava fingið nágreinað viðurskiftini nærri, sigur Annika Olsen í kvøld.