Hjartað lá eftir í Køln

Lukas Podolski var fyri nøkrum árum síðani roknaður sum størsta álopstalentið í Týsklandi. Tað fekk Bayern at keypa Podolski úr Køln, men Podolski sló ongantíð til í Bayern. Nú er hann farin aftur til Køln at spæla. - Hann hevði ov lætt við at geva upp, og hann var ikki líka treiskur, sum aðrir spælarar eru. Trupulleikin var, at hjartað hjá honum lá eftir í Køln, sigur Uli Hoeness, ítróttarstjóri í Bayern.