11. árið á rað fer Kom og Dansa at skipa fyri grýludansi í ítróttarhøllini á Kambsdali. Afturvendandi bólkur til hetta tiltak er rockbólkurin Hjarnar, sum aftur fer at spæla til dansin í ár.
Hjarnar byrjaði at spæla í sjeytiárunum, men teir gera framvegis um seg av og á. Bólkurin hevur mangan gjørt vart við seg, og við einum altíð væl uppløgdum Karl Martin Samuelsen a odda, klárar bólkurin at fáa lív í, tá hann spælir.
Royndu tónleikararnir í bólkinum klára framvegis at spæla rocktónleik, so tað stendur eftir, og teir spæla bæði nýggjan og eldri tónleik.
Stór kapping
Umframt Hjarnar fer DJ Ottar í Funningsstovu eisini at undirhalda, og vakrasta grýlan vinnur eina uttanlandsferð fyri tvey. Nummar 2 og 3 í hesi kapping fáa fáa eisini vinning.
Tað, sum serligt er við hesum tiltaki, er, at ikki bara heilt ung fólk koma til dansin. Royndirnar vísa, at av tí at vit Hjarnar spælir, og av tí at vinningarnir eru helt stórir, eru tað bæði ung og tey eitt sindur eldri, sum kom hetta stóra føstulávintstiltakið.











