Hjarnar aftur á pall saman

Leygarkvøldið 30.apríl trína Hjarnar aftur á pall saman aftaná fleiri ára steðg. Hetta verður í tiltakinum Aftur í 70´ini, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi. Hjarnar byrjaðu at spæla í 1974 og hildu á upp gjøgnum 80´ini og lítlan part av 90´unum. Teir gjørdu eisini sjálvir fleiri góðar sangir,sum framførdir av Karl Martin Samuelsen vóru sera væl umtóktir.

 

Umframt Hjarnar spæla Deiggj, sum hava fingið eitt rættiligt comeback seinastu árini við Uriah Heep løgum.

Til hetta tiltakið spæla teir tó eisini nógvan annan góðan tónleik frá 70´unum.