Hjalti partur av venjaratoyminum hjá StÍF

Hjalti Mohr Jacobsen verður partur av venjaratoyminum hjá fremsta mansliðnum hjá StÍF.

Avtalað er gjørd við Hjalta Mohr Jacobsen um, at hann beinanvegin tekur við sum hjálparvenjari hjá Levi Nybo, sum er høvuðsvenjari. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum.

 

Hjalti hevur drúgvar royndir sum leikari í bestu deild, og hann hevur fleiri ferðir vunnið FM. Hann spældi í fleiri ár á føroyska A-landsliðnum.

 

Hjalti hevur fleiri royndir sum venjari. Hann er høvuðsvenjari hjá landsliðnum árgangur 04/05, sum skal til EM-endaspæl í Montenegro í summar.

 

– StÍf fegnast um, at Hjalti teir næstu mánaðirnar fer at vera við til at menna og styrkja okkara manslið enn meira, sigur felagið á heimasíðu síni.