Hjalti og Martin spældu seg víðari

OYL 15: Í double hjá monnum, eru okkara komnir millum 16 teir bestu

Hjalti Mohr Jacobsen og Martin N. Simonsen hava í dag spælt tennis dyst í double hjá monnum móti tveimum monnum frá Ynys Mon.

 

Tað gekk væl hjá okkara monnum, sum vunnu dystin 2-0, eftir at settini vóru endaði 6-0 og 6-3.

 

Hjalti og Martin skulu í sekstandapartsfinaluni spæla móti tveimum frá Scott Clayton og James Connelly frá Jersey, sum eru seedaðir sum nummar 1 í double kappingini.

 

Í einari aðrari sekstandapartsfinalu skulu Pætur M. Dahl og Nicholas Petersson spæla móti Jeremy Cross og Stuart Parker frá Jersey. Teir eru seedaðir sum nummar 7 til kappingina í double.