Gróður
Á samkomuni í Nóatúni í síðstu viku ynskti Hjalti í Jákupsstovu eisini Boga Hansen tillukku við professarabrævinum og virðislønini.
Í endanum av sínum starvstøkufyrilestri, sum Bogi helt fyri mannamúgvuni hendan dagin, nam professarin við, hvønn týdning gróðurin hevur fyri fiskastovnarnar. Bogi helt, at ábendingar eru um, at ein kaldur vetur gevur góðan gróður og ein heitur vetur verri gróður.
- Men her eru vit ikki heilt samdir, segði Hjalti í síni røðu.
At granska
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at hann nevndi hetta til stuttleikar, tí hann heldur ikki, tað gjørdi nakað, at hann "provokeraði" eitt lítið sindur, sum hann tekur til.
- Sjálvandi eru eg og Bogi ikki altíð samdir, men tað merkir heldur ikki, at vit eru rúkandi ósamdir.
Hann sigur, at ein granskari "avprøvar" sínar teoriir og velir ta teori, sum hann heldur best prógvar tær hendingarnar ella ta gongd, sum hann hevur staðfest.
Hjalti er tó slett ikki ósamdur við Boga um tann týdning, sum gróðurin hevur fyri fiskastovnarnar, og at samanhangur er millum góðan gróður og góðan fiskiskap.
Ov stutt tíð
- Men eg haldi ikki, tað er ordiliga prógvað enn, at ein kaldur vetur gevur góðan gróður og ein heitur vetur verri gróður. Hóast vit hava gjørt gróðurkanningar í eini 16 ár, haldi eg, at tíðin at meta endaliga um hetta er heldur stutt, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Sum skilst, vístu gróðurkanningarnar í ár, at gróðurin inni á landgrunninum hevur verið heldur minni enn eitt miðal ár