Stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, hevur í dag heitt á Fiskimálaráðið um at verða loystur úr starvi vegna aldur. Hjalti í Jákupsstovu er júst farin um tey 67 árini og ynskir tískil at verða loystur úr starvi. Hann fer tó at røkja stjórastarvið, til nýggjur stjóri er settur, skrivar fiskimálaráðið á heimasíðuni.
Fiskimálaráðið fer í nærmastu framtíð at søkja eftir nýggjum stjóra til Havstovuna, sigur fiskimálaráðið, sum takkar Hjalta í Jákupsstovu fyri gott samstarv og ynskir honum góðan byr í tíðum, sum koma.