Hjalti er við Kyndli

Talan er ikki bara um vánalig tíðindi til Kyndilsfólk undan steypafinaluni. Flestum kunnugt verður Høgni Klein ikki við á vøllinum, eftir at hann breyt hondina í hálvfinaluni móti StÍF. Hinvegin verður Hjalti M. Jacobsen við í hópinum. Hjalti hevur í ár verið burtur í lestrarørindum, men hann kemur heim til finaluna, og er tað uttan iva ein góður styrkum, sum eisini kann loysa av á plássinum sum spælskipari, um beinini hjá Jónleif Sólsker ikki halda til samfullar 60 minuttir.