Aftaná 0-2 tapið á Windsor Park í Belfast fekk Tróndur Arge eisini orðið á Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara hjá føroyska landsliðnum.
Jóannes Jakobsen harmast eins og høvuðsvenjarin, Lars Olsen, at tað gongur so illa í fyrra hálvleiki. - Tað er sera týdningarmikið, at menn eru konsentreraðir frá dystarbyrjan, staðfestir hann. Jóannes heldur tó, at seinni hálvleikur stendur leikliga sterkur í eftirmetingini av dystinum.
Nú verður gjørt klárt til at fáa menn klárar aftur, og vant verður á Tórsvølli í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jóannes Jakobsen segði við Trónd Arge í beinleiðis sending á Rás2 fyrr í kvøld.
(Mynd: football.fo)










