Hjálparfelagsskapur broytir navn og búmerki

Samstundis er hjálparfelagsskapurin vorðin sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur.

Hjálparfelagsskapurin ABC barnahjálp boðar í dag frá, at felagsskapurin broytir navn og búmerki í samband við, at hann nú verður ein sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur. Hjálpararbeiðið er tó óbroytt, og heldur fram á sama hátt sum frammanundan.


Nýggja navnið hjá felagsskapinum er Føroyska Barnahjálpin.


Føroyska Barnahjálpin hevur virkað í Føroyum síðani desember 2006 í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi, og sum ein partur av ABC barnahjálp International. Men nú broytingar eru gjørdar í íslendska felagsskapinum, hevur føroyska deildin avgjørt at fremja ymiskar broytingar. .


Barnahjálpin stuðlar umleið 200 einstøkum børnum í ávikavist Liberia, Senegal, Pakistan og á Filipsoyggjunum. Í India stuðlar Føroyska barnahjálpin einum skúlaflokki og í Kenja einari familju. Ætlanin er eisini at fara undir at stuðla einstøkum børnum har.


Tað er Hans Jákup Elkjær, grafiskur sniðgevi, sum starvast hjá fyritøkuni Krea, sum hevur gjørt búmerkið, ið ímyndar eitt hjarta, eitt fólk og eina bók.