Hjálpa kvinnum í Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku

Politiskur flokkur í Danmark er farin undir eitt sermerkt tiltak til frama fyri føroyskar kvinnur, sum vilja hava fosturtøku

Fosturtøkulógin í Føroyum er rættiliga komin undir sjóneykuna í seinastuni, og ikki minst eru tað ávísir politikarar í Danmark, sum hava tikið málið upp. Í hesum sambandi hava fólkatingslimir úr Eindarlistanum trongt á stjórnina um at taka málið upp og at tryggja, at kvinnur í Føroyum fáa rætt til fría fosturtøku. Tað er stjórnin ikki sinnað til, tí tað er at leggja seg út í føroysk viðurskifti.

 

Men í hesum sambandi hevur felagsskapurin, Frítt Val, sum virkar fyri fríari fosturtøku í Føroyum, heitt á donsku stjórnina  um at taka ymsar forðingar av vegnum fyri at gera tað lættari hjá føroyskum kvinnum at fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Eitt nú vilja tey hava donsku stjórnina at strika kravið um, at føroyskar kvinnur, sum vilja til Danmarkar at fáa fosturtøku, skulu hava danskt cpr-nummar.

 

Les meiri um tað her. Vilja gera tað lættari hjá kvinnum í Føroyum at fáa fosturtøku

 

Eindarlistin ger greitt, at hetta er eitt mál, sum tey hava tikið upp við Magnus Heunicke heilsumálaráðharra fyri at fáa hann at seta tað í verk. Men skulu føroyskar kvinnur til Danmarkar at fáa fosturtøku, er tað eisini ein fíggjarligur spurningur og tí er Eindarlistin eisini farin undir eitt sermerkt tiltak, og tað er at savna pening inn til føroyskar kvinnur, sum vilja sleppa til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað gera tey við at fólk kunnu seta pening inn á eina kontu við MobilePay fyri at gera tað so ómakaleyst, sum tilber.

 

Tosað hevur eisini verið um at skipa fyri eini innsavning í Føroyum.