Tað má á ongan hátt verða so, at slúsurnar verða skrúvaðar fult frá. Tað heldur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag. Eisini hann leggur seg nú út í kjakið um vit í Føroyum skulu taka ímóti flóttafóilkum, soleiðis sum løgmaður tosaði um í røðu síni til Føroya fólk nýggjársaftan.
- Tað er møguligt, at vit eiga at umhugsa hetta, tí vit vita at flestu føroyingar eru sinnaðir at hjálpa fólki í neyð, eisini teimum, sum eru í neyð úti í heimi. Hann heldur tó, at vit eiga at vera sera varin. Tað má á ongan hátt verða so, at slúsurnar verða opnaðar uppá víðan vegg. Eisini má tað verða eitt ófrávíkiligt krav, at landsins lógir - á allan hátt - skula haldast, sigur hann. Tað skal eisini gerast teimum greitt, hvat avleiðingin av at bróta lógina.
Hinvegin vísir formaðurin í Handverkarafelagnum á, at samstundis sum løgmaður tosar um at taka flóttafólk til landið, klára almennu Føroyar ikki at hjálpa sínum egnu, tá ið tey koma í neyð.
- Upp undir hvørji jól síggja vit, hvussu stór neyðin er hjá pørtum av okkara egna fólki, er. Her er talan um fólk, sum almennu Føroyar ikki vilja hjálpa, og tí mugu privatfólk taka sær av hesum trupulleika, sigur Eli Brimsvík. - Løgmaður er ikki verri staddur enn so, at hann veit, at tað er langt ímillum nøkur kensluborðin orð í eini røðu á nýggjárinum og ítøkiliga veruleikan.
Eli Brimsvík veit eisini eitt ítøkiligt dømi um eina familju sum er noydd at flyta av landinum, tí tey ikki fingu til lívsins uppihald í Føroyum. - Hetta var ein familja, sum hevur búð og arbeitt í Føroyum í 12 ár, og hevur klárað seg væl í her. Men ein arbeiðsskaði, maðurin fekk á einum føroyskum virki, elvdi til, at hann ikki varð fult arbeiðsførur aftur. - Maðurin fekk beint yvir 3.000 krónur um mánaðin í fyritíðarpensjón. Hann ikki hevði rætt til fulla fyritíðarpensjón, tí hann ikki hevði arbeitt her í 40 ár. Henda familja er nú flutt til eitt annað norðurland, har ongir trupulleikar eru at fáa hjálp. - Tá vit sum samfelag bjóða hesum fólkum at koma inn í okkara land, noyðast vit eisini at góðtaka, at hesi fólk skulu hava til lívsins uppihald, eisini tá sjúka og aðrir trupulleikar raka. Vit eiga ,at gera okkum greitt sum samfelag, at tað kostar at taka ímóti flóttafólki, sigur Eli Brimsvík.
Les meiri um áskoðanina hjá formanninum í Havnar Handverkarafelag við at trýsta HER
- Vit vita um útlendingar, sum hava starvast í fleiri áratíggju í Føroyum, og goldið øll gjøld til samfelagið, men sum enn ikki hava fingið pensjónsviðurskiftini í rættlag, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag. - Trupulleikin liggur okkara egnu myndugleikum, so her átti at verið lætt hjá løgmanni at fari til verka, leggur hann afturat. |









