Hjálpa børnum hjá skildum foreldrum

Fjórða árið á rað skipa tey á Margarinfabrikkini í Havn fyri samrøðubólkum fyri børn hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt.

Fjórða árið á rað skipa tey á Margarinfabrikkini í Havn fyri samrøðubólkum fyri børn hjá  foreldrum, ið eru farin hvør til sítt.

 

– Bólkurin er fyri børn í 3. – 6. flokki, og vit hittast mánadag frá klokkan 15 – 17 í Margarinfabrikkini, skrivar Margarinfabrikkin á heimasíðuni.

 

– Øll børn í hesum aldri, við skildum foreldrum, eru hjartaliga vælkomin, siga tey.

 

Hettta er fjórða árið á rað, at tey hava slíkan samrøðubólk. Tey umleið 40 børnini, ið hava gingið í samrøðubólki, hava sagt, at tey hava havt gleði av at hitta børn í somu støðu sum tey.

 

– Somuleiðis hava vit fingið góðar afturmeldingar frá foreldrum teirra, siga tey.

 

Í samrøðubólkinum fáa børnini tosað um ymiskt, sum eyðkennir teirra lív sum skilnaðarbarn. Tað kann vera um sorg, longsul og loyalitet. Tað kann vera um brotna familju, nýggja familju og um orkuna, tey brúka upp á at flyta ímillum mammu og pápa. Men ein partur av at vera í samrøðubólki er eisini at síggja møguleikarnar sum eru.

 

– Tað vil siga, at vit tosa um egna styrki, um vinfólk og um netverk, sum vit hava, skrivar Margarinfabrikkin.

 

Tað vera Salua Manai, leiðari og námsfrøðingur og Ingvør Weihe, námsfrøðingur og psykoterapeutur, ið koma at leiða bólkin.

 

Á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini ber til at melda seg til samrøðubólk.