Hjálpa 800 fátækum børnum á jólum

Næstan 400 fátækar familjur hava søkt um jólahjálp frá ”Í menniskjum góður tokki”,

 

Næstan 400 familjur familjur í Føroyum hava søkt um jólahjálp frá ” Í menniskjum góður tokki” í ár.

Tað vísir ein uppgerð, tey gjørdu, beint eftir at umsóknarfreistin at søkja um jólahjálp í ár, var úti á midnátt.

 

Men Annils Bjarkhamar, sum samskipar átakið, sigur, at væntandi koma nakrar umsóknir afturat sum eru í postinum, men sum bara ikki eru komnar fram enn.

 

Hon sigur, at hesar næstan 400 familjurnar, sum hava søkt í har, hava tilsamans 817 børn.

Sostatt er umsøkjaratalið á leið tað sama sum í fjør.

Annlis Bjarkhamar sigur, at stórur partur av umsøkjarunum eru stakir uppihaldarar.

Men hon hevur lagt til merkis, at næstan 20 prosent av umsøkjarunum eru úr Norðoyggjum og tað er eitt lutfalsliga stórt tal eftir fólkatalinum.

Hon sigur at tað var sama mynstrið í fjør, men hví hetta er so, dugir hon ikki at siga.

Annars eru 40 prosent av umsøkjarunum, familjur við einum barni, 30 prosent av umsøkjarunum hava tvey børn og restin hevur fleiri børn.

 

Harumframt sigur hon, at 37 prosent av umsøkjarunum hava arbeiði, men annars er ein stórur partur av umsøkjarunum arbeiðsleys og fyritíðarpensjónistar, men nógvir eru eisini á forsorg ella eru sjúkrameldaðir.

Hinvegin eru 20 prosent av umsøkjarunum lesandi, sum ikki fáa endarnar at røkka saman.

 

Annars hava yvir 40 prosent av umsøkjarunum onga útbúgving afturat fólkaskúlanum og 24 prosent hava miðnám.