Hjalmar Waag Høgnesen 80 ár

Mikudagin 9. september verður ein kendur klaksvíkingur, Hjalmar Waag Høgnesen, 80 ár.

Foreldrini hjá honum vóru Turid f. Waag úr Klaksvík og Jóan Magnus Høgnesen úr Lorvík.

Hjalmar fekk eina harða byrjan uppá lívið. Longu várið eftir, at hann var føddur, gekk pápi hansara í apríl 1930 burtur við Ernestinu á Suðurlandinum. Henda hending er kend vegna bjargingaravrikið hjá Ziska Jacobsen, men Jóan Magnus var ein av teimum níggju, sum ikki bóru boð í bý. Mamman sat eftir við fýra smáum synum, tann elsti var fimm ár. Eldri beiggjarnir vóru Hjørleif, Símun og Rólant Men Turid var ein av teimum kempunum, sum hóast hesar umstøður fekk børnini undan í øllum góðum.

Tað var eisini skjótt, at Hjalmar skuldi royna seg sum mann. Sum hjá so nógvum øðrum kom hansara arbeiðspláss fyri ein stóran part at gerast sjógvurin.

Hjalmar fór til skips í 1948 við Polo við tí kenda skiparanum Símun Poulsen, sum legði navn til tiltakið: “Tað er bert ein skipari á Polo!” Hann var tá eisini saman við tann eins kenda Edvard Jacobsen í Svínoy, sum í síni bók eisini hevur gjørt Polo eitt kent skip.


Í 1952 var Hjalmar við Jóannes Patursson við Hans Paula Johannesen sum skipara. Teir gjørdu ein rekordtúr og komu heim við fullari last eftir seks vikum. Tá høvdu teir eisini landað eina ferð í Grønlandi. Hetta var áðrenn trolaramenn fingu tveyskiftisvakt, so hetta var ómetaliga strævið.

Hjalmar sigldi síðan fleiri ár við norðmonnum eins og nógvir føroyingar gjørdu tá eins og nú.

Aftaná tað fór hann, eins og nógvir føroyingar eisini gjørdu, til Íslands at sigla, og var hann har í fýra ár. Aftaná tvey ár kom hann heim at giftast. Tey fóru bæði til Íslandi í tvey ár.

Hjalmar kom at arbeiða nøkur ár á Føroya Bjór hjá skyldmanninum Einar Waag.

Hann var eisini í Føroyingahavnini tvey summur. Eina ferð kemur Jóannes Patursson inn, og teimum manlgar fólk. Hjalmar fer umborð og ger túrin lidnan. Skipari var Samson O. Samson. Tað tørnið var Hjalmar burtur í sjey mánaðir.


Umborð á Barsskor


Tað, sum gjørdist lívsverkið hjá Hjalmari, var sum skipari á Barsskor. Hann byrjaði tann 20. mai 1965 og fór í lamd 31. oktober 1996, náddur 67 ára pensjónsaldur Hetta gjørdist tískil 31 ár í hesi sigling.

Hugo Gardar hevði siglingina, tá Hjalmar byrjaði, og siglingin kom undir tað almenna tann 1. apríl 1971.

Í 70-unum sigldi Barsskor eisini til Haraldssund og Múla, inntil tað fasta sambandið kom. Trøllanes og Mikladal fór burturúr ferðaætlanini, táið bergholini blivu tikin í nýtslu í 1985 og Kunoy fór, táið Kunoyarbergholið bleiv tikið í nýtslu. Tá var bert siglingin til Syðradals og Húsar eftir.

At sigla hesa rutu var sanniliga nakað sum kravdi sín mann. Í nógv ár var rutan í Kallsoyarfirði fyrst til Syðradals, síðan til Húsar, Kunoyar, Mikladals til endað var á Trøllanesi, og leiðin gekk sama veg heim aftur.

Trøllanes var tann lendingin, sum var truplast. Her var ofta ikki leggjandi at. Tá mátti farast í landi við báti, sum teir altíð høvdu við sær. Ofta var hetta ikki møguligt heldur, og tað kundi ganga vikur, at bátur ikki legði at. Tá var neyðugt at ganga um fjøll til Mikladals fyri at sleppa av oynni. Ikki vóru líkindini til tað altíð tey bestu.

Tí var tað avgerandi fyri bygdina, at lagt varð at, tá ið tað var forsvarligt, og tað varð eisini gjørt. Men hetta kravdu eitt serligt hegni at manøvrera, og tað dugdi Hjalmar. Men onkuntíð var tað buldrasligt.

Tað hendi seg eisini einaferð á Trøllanesi, at tað kundi enda galið. Hjalmar og Helgi í Svínoy vóru farnir í bátin at føra nakrar sekkir av kraftfóður í land. Tað var so gjálvut, at báturin holvdist, og teir fóru á bláman. Men tað spældi væl av kortini.

Á eini slíkari rutu kemur ein eisini at kenna fólkið, og Hjalmar kennir hvørt fólk í Kallsoynni, har hann eisini er nógv virdur. Eisini eigur hann hús í Mikladali.

Teir á Strandferðsluni siga, at Hjalmar var ein óførur maður. Fyrst og fremst var hann framúr skilagóður. Tað kundi væl koma fyri á eini slíkari rutu, at fólk fingu roynt sítt tol, tá ið ikki alt gekk eftir vild. Men altíð dugdi Hjalmar at slætta sjógv.

Sjálvur kom eg at kenna Hjalmar, tá ið eg byrjaði at ferðast í Kallsoynni fyri meira enn 30 árum síðan. Vit hava verið væl síðan tá og hava havt mangt hugnaligt prát. Tað ger tað ikki verri, at vit eru báðir ættaðir úr Innistovu á Trøllanesi.

Í síni tíð plagdi hann eisini at dugna FF-blaðnum við áhugaverdum tilfari. Hjalmar er eisini sera vitandi maður, og tað ber altíð til at spyrja hann um nakað var sum ivi var um.

Hjalmar hevur síni ítriv. Hann hevur verið dugnaligur at fotografera. Eitt árið var ein áhugaverd framsýning við hansara myndum á ólavsøku, og framsýning hevur vist eisini verið í Klaksvík. Hetta eru myndir, sum eru sera virðismiklar, ikki minst fyri eftirtíðina, tí tær lýsa eitt bygdalív, sum er um at fara í søguna.

Hjalmar er giftur við Sybillu, dóttir Hugo Gardar. Tey fingu fimm børn. Men tey fingu ta sorg at missa sonin Gardar fyri nøkrum árum síðani. Tey eiga 9 barnabørn og 2 langommu- og abbabørn.

Tað verður ynskt Hjalmari hjartaliga tillukku við hesum stóra degi við tøkk fyri allar tær ferðir, vit hava verið saman.

Dagurin verður hildin í Bøgøtu 3 frá klokkan 18


ó.