Hjalmar við nýggjari bók

Í dag kemur út bókin "Hin føroyska navnabókin" eftir Hjalmar P. Petersen. Bókin byggir - stórt sæð - á øll nøvn, sum eru brúkt í Føroyum í dag.

Her verður víst, hvat navnið kann ella man merkja, hvussu nógv eita navnið í 2010, og hvussu nógvir ymiskir stavihættir eru av navninum. Í bókini sæst fyri fyrstu ferð í bókarformi, hvussu føroyingar veruliga eita.

- Bókin vísir tað fjølbroytnið, sum er í Føroyum, og hon virðir føroyskan navnasið, sum hann er, sigur høvundurin í tíðindaskrivi.

Forsíðumyndina hevur Eva Nielsen gjørt. Føroya Prent hevur prentað. Tað er forlagið Málseta, sum gevur út, og bókin kostar 255 krónur óinnbundin.