Hjalmar á tindinum

Hjalmar Johannesen er føroyameistari í judo í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 73 kilo. Ragnar við Streym var bestur í opna bólkinum

Hjalmar Johannesen vann á Jógvani Páll Kristiansen í finaluni. Teir togaðust eisini í finaluni í sama vektflokki, undir 73 kilo, í fjør, men tá vann Jógvan Páll. Hesa ferð hevði Hjalmar Johannesen munin.
Ragnar við Streym vann á Áka Davidsen í opna bólkinum, har allir íðkarar kunnu dystast, eisini teir, sum viga niðan fyri 73 kilo. Ragnar við Streym vann greitt. Teir høvdu bara dystast í ein hálvan minutt, tá Áki Davidsen gav skarvin yvir, tí Ragnar hevði gott tak á honum.