Leygarkvøldið á Skarv trína tónleikasnillingarnir úr Vági Neil og Hjalmar á pallin Talan verður um blandaðan tónleik, ið hóskar væl til dansigólvið. Hettar er ikki fyrstu ferð, at teir báðir spæla saman. Teir eru kendir úr ymsum suðuroyarbólkum, og hava eisini roynt seg tveireinir, og vanliga er lív í, tá teir fara á pall.