Birgar Johannessen selur og signerar bókina ?Havnin, Fólk og Yrki 1940-1969? í gamla handlinum hjá Hjalmari Jacobsen Á Ólavsøku verður gamli bókhandilin hjá Hjalmari Jacobsen vaktur til lívs aftur í nakrar dagar. Birgar Johannessen fer í hølunum hjá Hjalmar Jacobsens bókhandli at selja og signera bókina ?Havnin, Fólk og Yrki 1940-1969?. Eisini verður ein framsýning av ymsum forkunnugum lutum frá 20. øld. Framsýningin og bókasølan av Havnaalfrøðini hjá Birgari letur upp í morgin kl. 10. Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag verður latið upp kl. 14. Gyltari høvið at fáa eitt signerað eintak av ?Havnin, Fólk og Yrki 1940-1969? fæst ikki í árinum.