Hjallurin hjá Koks endaði á sjónum

Rullandi hjallurin hjá matstovuni Koks í Kirkjubø endaði á sjónum í ódnarveðrinum í kvøld.

 

– Ja hann er illa farin. Rutarnir eru brotnir, og flagið er farið av, men stálskrokkurin undir honum sær út til at hava staðið seg ímóti ringu viðferðini, sum hann fekk í ódnarveðrinum í Kirkjubø í kvøld, sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist, sum eigur Koks og Skerpa.

 

Skerpi er ein rullandi hjallur, á stødd við ein kampingvogn. Tað er ein vanligur føroysku hjallur, sum er bygdur á ein rullandi vogn, so hann kann sleipast av einum bili eins og ein kampingvognur. Koks brúkar vognin sum ein hjall og sum eina matstovu, har gestir kunnu síggja ein traditionellan føroyskan hjall við øllum tí, sum ein vanligur føroyskur hjallur hýsir. Her kunnu gestirnir so njóta ein góðan bita av »tí føroyska hjallinum«, sum Koks hevur at bjóða.

 

–  Tey ringdu til mín í kvøld og søgdu, at Skerpi var horvin. Eg visti av ongum, at tað var so ringt veður, sigur Johannes Jensen, sum býr á Landavegnum í Havn – úti í Kina, har hann als einki hoyrdi til ringa veðrið, sum hevur leikað í kring landið í dag.

 

Men rætt var, Skerpi var farin á bláman, og hann lá og rak aftur og fram í briminum.

 

Júst hvussu stórur skaðin er, dugir Johannes Jensen ikki at siga. Men hann er stórur, tí vognurin er bóltaður runt fleiri ferðir og farin á sjógv.